Amerikanska modellin, sum var fyrsti vinnari av kappingini Americas Next Top Model hevur nú lagt mynd av sær sjálvari í troyggju og húgvu, sum Randi Hjelm Debes úr Vági hevur sniðgivið og bundið.
Randi Hjelm Debes stovnaði fyri stuttum ÍVF Faroeknit, eftir at hon í eina tíð hevur bundið troyggjur, húgvur, hálsturrikløð og annað uppá bílegging, skrivar sudurras.fo.
Fyri jól skrivaðu Sosialurin og in.fo um Randi Hjelm Debes, sum hevði fungið fyrispurning úr USA, har maður kvinnuna, sum vann tiltiknu kappingina, bílegði klæði frá Randi til konu sína.
Greinin sæst her:
http://www.in.fo/news-detail/vinnari-av-americas-next-top-model-i-troyggju-fra-randi/
Randi fór at kanna, hvør hesin maðurin, Matthew Rhode, var, og tað vísti seg, at hann arbeiddi innan fílmsídnað, og m.a. legði røddir til film, og eittnú hevur lagt røddir til Star Wars.
Randi kannaði síðani, hvør daman var, og helt seg bera kenslu á. Randi hevur síðani byrjan fylgt við í røðini Americas Next top Model, og helt seg kenna og minnast Adrianne Curry. Og rætt var. Talan var um vinnanran av fyrsta umfarinum av heimskendu sendirøðini.
Adrianne Curry er ikki hvør sum helst, hon hevur á Facebook 1,3 milliónir fylgjarar og 133 túsind fylgjarar á Instagram.
Og nú í vikuni legði Adrianne Curry hesa myndina út á Instagram og Facebook, har hon er í troyggju og húgvu, sum Randi Hjelm Debes hevur sniðgivið og bundið.