Cormac McCarthy, Vejen, Gyldendal, 2008
Ein pápi og 10 ára gamli sonur hansara ganga einsamallir gjøgnum eitt oyðimarkalíknandi Amerika. Onki lív er at hóma, onki flytir seg uttan øskan í vindinum, og tá tað kavar, eru flykurnar gráar. Teir ganga móti strondini uttan at ána, um teir finna nakað lív, nakra vón yvirhøvur. Tað einasta, teir hava við sær, er ein revolvara at verja seg við og ein innkeypsvogn við dósamati.
Kennarar varnast uttan iva, at vit her eru í univerisinum hjá amerikanska høvundanum Cormac McCarthy, ið í fjør fekk Pulitzer virðislønina fyri bókina, The Road, sum nú er týdd til danskt.
74 ára gamli høvundurin hevur langt síðani gjørt tað til sítt vørumerki at varpa ljós á mest døpru eyðkennini við menniskjalyndinum. Vónleyst dapurt verður tað tó ikki í Vejen, tí høvundurin hesuferð roynir at kanna, hvussu nógv tað góða kann bera í einum heimi, har tað ónda er allastaðni.
Av eini Cormac McCarty skaldsøgu at vera, er Vejen óvæntað løtt at lesa. So nýggir lesarar kunnu uttan himpr byrja her – og fyrireika seg uppá missa svøvnin av hesi meistarligu amerikansku marruni.