Amerikanari til evropearar

Vanliga hava amerikanskir bilar ikki so lætt við at gera seg galdandi í Evropa, men Dodge Caliber sær út til at hava góðar møguleikar við síni stødd, rúmligheit og evropeisku koyrieginleikum

Samstundis sum evropeisku og asiatisku bilmerkini taka alt størri part av amerikanska marknaðinum, gera amerikanararnir eitt miðvíst arbeiði fyri at koma á okkara marknaðir við bilum, sum passa til okkara lívsstíl. Dodge Caliber er ein av hesum bilum.
 
Seinnu árini hava amerikansku Chrysler, sum Dodge er ein partur av, rættuliga lagt seg eftir at gera bilar sum síggja annarleiðis og avbjóðandi út. Í so máta er Caliber einki undantak. Talan er um ein bil, sum fólk leggja merki til í ferðsluni, uttan at hann tó er so sermerktur sum t.d. Chrysler PT-Cruiser.  
 
Hóast Dodge Caliber ikki er størri enn ein miðalklassa evropeiskur MPV, sær hann við fyrsta eygnakast størri út við stórum kølaragittari og lyktum í amerikanskum stíli. Tað er eisini soleiðis at DaimlerChrysler ynskja at marknaðarføra bilin.
 
Talan er í veruleikanum um ein rúmligan 5-persónabil við stórum viðførisrúmið upp á yvir 500 litrar. Innrættingin er í amerikanskum stíli, og gott pláss er við øll setrini.
 
Í Evropa fáast Caliber við trimum ymiskum motorum, tveimum bensin og einum diesel. 1.8 litur bensin við 150 hk, 2.0 litur bensin við 156 hk, og 2.0 litur diesel við 140 hk. Talan er um ein Volkswagen turbodiesel motor.
 
Bilurin er útgjørdur við nógvum innbygdum trygdarskipanum og hevur t.d. antispinn, bremsuassistent og ESP sum standard og fæst við nógvari eykaútgerð. Koyrieginleikarnir beinleiðis evropeiskir við t.d. 17” hjólum og strammum undirvogni, sum geva bilinum gott vegfesti, eisini við ferð í svingum.
 
Dodge Caliber er eitt annarleiðis alternativ til evropeisku og asiatisku MPV-bilarnar. 
Caliber í bíligastu útgávuni við 1.8 motori kostar 219.000.
 
Frá Ivan Johansen Bilum verður sagt, at langur leygardagur verður tann 16. desember, har fólk fáa høvi at royna Dodge Caliber, tann nýggja Citroen C4 Picasso og aðrar spennandi bilar, ið eru á goymslu.