Ein amerikanskur ríkisborgari er deyður av coronavirus í kinesiska milliónabýnum Wuhan, har virusið varð funnið fyrstu ferð.
Tað skrivar The New York Times tíðliga í morgun.
Talan er um ein persón, ið er um 60 ára aldur, sum doyði á einum sjúkrahúsi í Wuhan hósdagin.
Tað upplýsir amerikanska sendistovan í Beijing sambært The New York Times. Men meira verður ikki sagt um málið.
– Vit hava samkenslu við familjuni, sigur ein talsmaður fyri sendistovuna.
– Av respekt fyri privatlívinum hjá familjuni hava vit ikki fleiri viðmerkingar í málinum.
Tað er tann fyrsti amerikanski ríkisborgarin, sum er deyður av nýggja coronavirusinum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Tíðindini koma bert fáar minuttir eftir at tað er komið fram, at ein japanskur ríkisborgari, sum hevur verið innlagdur á sjúkrahús í Wihan við lungnabruna, eisini er deyður.
Tað uppýsir japanska uttanríkisráðið í morgun, skrivar Reuters.
Ein uppgerð frá hósdegnum vísir, at tá høvdu vóru skrásett 19 føri, har útlendingar eru smittaðir við coronavirus í Kina.
Tvey av teimum 19 vórðu útskrivað av sjúkrahúsinum, meðan 17 vóru í karantenu og vóru undir viðgerð.
Tað upplýsti talskvinna frá kinesiska uttanríkisráðnum hósdagin á tíðindafundi, skrivar Reuters.
Smittandi coronavirsið hevur kostað tilsamans 722 persónum lívið í Kina, meðan yvir 4.500 persónar eru smittaðir við virusinum í landinum.
Tað er harumframt staðfest smitta í fleiri enn 20 øðrum londum.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur boðað frá, at smittuútbrotið er ein alheims heilsukreppa.
WHO hevur í nátt ávarað um, at tað vanta munnbind og verjudraktir kring heimin.
Tað er millum annað tí, at hetta verður brúkt skeivt av fólkum, sum ikki hava tørv á bunnbindi.
Tað týdningarmesta er, at fólk, sum eru smittað, og heilsustarvsfólk, sum viðgera tey smittaðu, bera munnbind, verður sagt.
/ritzau/