Tað verður rættiligt lív í Havnini fríggjakvøldið, og tey, ið vanliga skipa fyri tiltøkum í Havnini, eru sera fegin um júst hetta kvøldið.
- Mentanarnáttin hevur riggað avbera væl, og tað er næstan sum eini mini-ólavsøka. Stemningurin er sera góður, fólk eru tíðliga í býnum, og tí er tað eisini hugaligt at gera eitt sindur eyka burtur úr hetta kvøldið, sigur Hans Andreasen, sum rekur Irish Pub.
Har hava tey forkunnuga vitjan um vikuskiftið. Amerikanski tónleikarin David Pedroza, ið hevur ferðast víðahvar kring heimin, fer at spæla.
David Pedroza er sera dugnaligur tónleikari, ið er vanur at spæla á skeinkistøðum og dugir at fáa góðan stemning í millum fólk, sum eru farin út at hugna sær. Pedroza spælir kendar sangir, og hann hevur eina sera fjølbroytta skrá.
Seinastu tíðina hevur Pedroza verið á ferð í norðurlondum, og nú er hann komin til Føroya at spæla fyri væl hýrdum føroyingum á Mentanarnáttini.