Amerikanararnir kendu Mohammed Atta

Longu eitt ár undan atsóknini 11. september í 2001 kendu amerikonsku myndugleikarnir oddamannin hjá flogrænarunum.

Yvirgangur


Um morgunin tann 11. september í 2001 tóku eftirlitstólini í floghavnini í Portland myndir av Mohammed Atta, meðan hann var á veg í flogfarið, sum hann seinni stoytti inn í World Trade Center í New York.

Nú vísir tað seg, at amerikonsku myndugleikarnir vistu væl, at Mohammed Atta var limur í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Í samrøðu við New York Times avdúka ein fyrrverandi embætismaður hjá CIA og kongresslimurin Curt Weldon, at CIA var vitandi um, at Atta og tveir av hinum flogrænarunum vóru limir í al-Qaeda.

Sambært teimum báðum visti CIA longu í 2000, at Mohammed Atta, Khalid al-Mindhar og Nawaf al-Hazmi vóru limir í felagsskapinum hjá bin Laden, og at teir kundu vera ein hóttan.

Kortini fekk samveldisløgreglan FBI ikki upplýsingarnar um teir tríggjar fyrr enn á vári í 2001, og sambært Curt Weldon er hetta enn eitt tekin um, at at tær amerikonsku trygdartænasturnar hava ilt við at samstarva og at lata hvør aðrari týðandi upplýsingar. New York Times vísir í hesum sambandi á, at tann almenna frágreiðingin um tað, sum hendi upp undir tann 11. september í 2001, sigur ikki eitt orð um, at nakar amerikanskur myndugleiki var vitandi um, at Mohammed Atta og hinir báðir vóru limir í al-Qaeda.