Hagtølini hjá samveldisløgregluni FBI vísa, at vápnasølan í USA vaks munandi, tá tað gjørdist greitt, at Barrack Obama fór at vinna forsetavalið. FBI sigur, at tann seinasta mánaðin undan valinum seldu vápnahandlarnir næstan 1,2 millión hondvápn. Tað er umleið 15 prosent meiri enn vanligt, og bæði FBI og vápnahandilsmenninir halda, at fólk vildu tryggja sær vápn, áðrenn Obama fær stundir til at herða galdandi vápnalóg.
-Tað er einki at ivast í, at tann stóra vápnasølan hevur samband við forsetavalið. Vit sóu týðiliga, at tess nærri vit komu valinum, og tess greiðari tað bleiv, at Obama fór at vinna, tess fleiri vápn vórðu seld, sigur Tony Aeschliman, sum er talsmaður fyri felagsskapin National Shooting Sport Foundation.
Hann leggur afturat, at vápnahandlar um alt landið siga seg hava havt metsølu tann seinasta mánaðin, og tað vátta handilsmenninir.
-Fólk vænta, at vápnalógin verður herd. Grundlógin gevur okkum rætt til at hava skotvápn, men Obama fer at royna at taka tann rættin frá okkum, sigur ein vápnahandilsmaður í Houston í Texas við NTB.
Í vápnahandlinum Continental Arms í býnum Baltimore ivast tey heldur ikki í, at valsigurin hjá Obama hevur ávirkað vápnasøluna.
-Fólk siga einki, men eg eri sannførdur um, at valsigurin hjá Obama hevur gjørt sítt, tí øll vita, at hann er ímóti skotvápnum, sigur handilsmaðurin.
Banna summum vápnum
Undir valstríðnum vissaði Barrack Obama amerikanararnar um, at hann virðir grundlógina, men sum lokalpolitikari í statinum Illinois atkvøddi hann fleiri ferðir fyri at herða reglurnar um, hvørji vápn handlarnir kunnu selja.
Tey, sum eru fyri at varðveita verandi vápnalóg, vænta,m at Obama fer at leggja uppskot fyri Kongressina um at banna einstøkum skotvápnum, eitt nú ávísum riflum. Tey vísa á, at demokratarnir hava meiriluta bæði í Senatinum og Umboðsmannatinginum, og tí kann Obama fáa slík herðandi uppskot samtykt.
Tony Aeschliman sigur við NTB, at tá Bill Clinton tók við forsetaembætinum fyri átta árum síðani, vaks vápnasølan eisini nógv, tí eisini tá væntaðu fólk, at tann nývaldi forsetin fór at herða vápnalógina.