Amerikanarar ov feitir

Amerikanarar gerast feitari og feitari, og tað hevur ongantíð verið so ringt sum nú, sigur stovnurin Trust for American Health.

Stovnurin sigur, at fiti er ein altsamt størri trupulleiki í 48 av teimum amerikonsku statunum, og at nú eru umleið 119 milliónir amerikanarar ella 64,5 prosent av fólkatalinum ov feitir.Verður einki munagott gjørt, fer støðan at versna, og um trý ár verða 73 prosent av amerikanarunum ov feitir. Ringast stendur til í Mississippi, men støðan er lítið mætari í Alabama og West Virginia, sigur Trust for American Health.

Stovnurin sigur, at støðan er so álvarssom, at teir amerikonsku politikararnir eiga at staðfesta, at heilsupolitikkurin er miseydnaður, og at tað er neyðugt at leggja á annan bógv.