Amerikanarar krevja

Meiri enn tveir triðingar av amerikanarunum vilja hava Bush forseta at leggja fram prógv, sum kunnu rættvísgera eitt álop á Irak.

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Hóast bæði forsetin, ráðharrar og talsmenn hansara dagliga royna at sannføra amerikanarar um, at USA eigur at leypa á Irak, og hóast teir koma við nýggjum grundgevingum at kalla hvønn dag, er amerikanska fólkið framvegis ikki sannført um, at USA eigur at leypa á.
Tað sæst í einari meiningakanning, sum blaðið Los Angeles Times hevur gjørt, og sum umfatar fólk um alt USA. Ein tilsvarandi kanning í blaðnum Washington Post vísir sama úrslit.
49 prosent av teimum spurdu siga, at finna vápnaeftirlitsmenninir hjá ST eingi hópoyðingarvápn í Irak, eigur USA ikki at leypa á landið. 41 prosent siga harafturímóti, at USA eigur at leypa á kortini, og tey seinastu tíggju prosentini vita ikki, hvat so skal henda.
70 prosent av teimum spurdu siga seg hava álit á, at George W. Bush, forseti rekur tann rætta politikkin í bardaganum ímóti yvirgangi, men 63 prosent svara, at eftir teirra tykki hevur forsetin ikki lagt fram nóg góð prógv fyri, at USA eigur at leypa á Irak. Tey siga, at USA eigur ikki at fara í álop, uttan so at trygdarráðið hjá ST samtykkir, at Irak hevur gjørt so álvarssom brot á ST-samtyktirnar, at tað rættvísger eitt álop.
Kanningin hjá Los Angeles Times vísir eisini, at amerikanaska fólkið tekur ikki undir við, at USA eigur at taka Irak-kreppuna í egnar hendur. Bara 26 prosent siga, at USA eigur at leypa á Irak, sjálvt um altjóða samfelagið ikki tekur undir við tí.
Tað er eisini áhugavert, at 70 prosent av teimum spurdu siga, at leypa amerikanarar á Irak, er USA bundið at verða verandi í landinum og at byggja tað uppaftur.