Amerikanarar keypa sær vápn

Útlit fyri hægri avgjøldum hava fingið amerikanarar at keypa sær hondvápn sum næstan ongantíð fyrr Hóast amerikanarar kæra seg um, at teir hava minni pengar at ráða yvir orsakað av fíggjarkreppuni, so keypa teir framvegis minst líka nógv vápn sum undan kreppuni.

Tað sæst eisini á virðisbrævamarknaðinum. Har eru at kalla øll virðisbrøv minkað í virði, men um somu tíð er virðið á partabrøvunum í skammbyrsufyritøkuni Smith & Wesson næstan tvífaldað.

Summir eygleiðarar siga, at fólk eru farin at leggja vápn inn undir seg, tí Barrack Obama, forseti, hevur sagt, at hann fer at hækka avgjaldið á hondvápnum.