Kongressin í USA krevur nú, at kjarnorkugoymslan á Marshall oyggjunum verður kannað, soleiðis at staðfestast kann, um kjarnorkugoymslan framvegis er trygg.
Kjarnorkugoymslan, ið vanliga verður kallað "grøvin", er goymsla fyri leivdir av fleiri av kjarnorkuroyndarspreingingunum, ið USA framdi undir kalda krígnum. Fleiri enn 40 royndarspreingingar vórðu framdar við Enewetak koralloyggjarnar, harímillum ein á oynni Runit.
Holið eftir teirri spreingingi varð síðani brúkt sum goymsla fyri kjarnorkuburturkasti, og betong varð síðani sprænt út yvir holið, ið skuldi virka sum lok.
Men óttast verður nú, at tíðarinnar tonn er farin illa við betonglokinum, og tí vil kongressin hava staðfest standin á goymsluni.
Samstundis er eisini ótti fyri, at fløðandi sjógvur - orsakað av veðurlagsbroytingum - setir goymsluna í vanda.
Amerikanski orkumálaráðharrin, Dan Brouillette, hevur tí fingið seks mánaðir at lata úr hondum frágreiðing, ið skal gera greitt, hvør støðan er hjá goymsluni, og hvussu hon kann setast í stand, um hon er illa farin.