Amerikanarar um allan eysturstrondina halda ondini í kvøld, nú ársins fyrsta kavaódn er byrja at gera um seg.
Undantaksstøða er longu lýst í statunum Tennessee, North Carolina, Virginia, Maryland, Pennsylvania og the District of Columbia, meðan 50 milliónir fólk í økinum frá Washington D.C. til New York eru ávarað um, at kavaódnin kann leggja samfelagið lamið.
Mett verður, at kavaódnin kann vera tann ringasta í høvuðsstaðnum í yvir 100 ár. Borgarstjórin í Washington D.C., Muriel Bowser, hevur eisini ávarað íbúgvarnar móti ódnini.
- Lat meg gera hetta púra klárt fyri øllum. Vit handfara hetta sum eina stóra ódn. Hetta er lívshættisligt, og tað eiga borgararnir at hava í huga, segði borgarstjórin fyrr í dag.
Longu nú er fráboðanir um ferðsluruðuleika í høvuðsvegnum í Nashville, meðan 2.900 flogfør á eysturstrondini eru avlýst vegna veður. Harumframt hava myndugleikarnir í Washtington D.C. stongt alla almenna ferðslu um vikuskiftið.

Amerikanarar halda ondini
















