Amerikanarar eru áhugaverdir fyri Føroyar

Søguliga hevur ferðavinnan í Føroyum ikki miðað eftir, at fáa ferðafólk úr Amerika til Føroya. Landið er ómetaliga stórt, og Føroyar hava verið at kalla ósjónligar í Amerika.

 

 

Seinnu árini hevur Visit Faroe Islands gjørt meir burturúr at samskifta við stórar miðlafyritøkur, økt um PR arbeiði og digitalari marknaðarføring á sosialu miðlunum, og á tann hátt er kunning um Føroyar rokkin til Amerika eisini, greiðir Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, frá.

 

 

– Til dømis vitjaði New York Times tríggjar ferðir í Føroyum í fjør. Áhugin úr Amerika fyri Føroyum hevur verið vaksandi, og tað var serliga sólarmyrkingin í 2015 og lýsingarátakið Sheep View, ið gjørdu størsta munin, sigur hon.

 

 

– Visit Faroe Islands fær fleiri fyrispurningar úr Amerika, og ein av teimum heilt stóru orsøkunum er, at fleiri ynskja at eta á KOKS, sum í fjør fekk eina Michelin stjørnu. Amerikanarar ringja og vilja bóka borð á KOKS, áðrenn tey keypa ferðaseðilin til Føroya, tí KOKS er høvuðsorsøkin til ferðina hjá mongum teirra, leggur Guðrið Højgaard afturat.

 

 

Les eisini: Vilja hava fleiri ferðafólk úr Amerika