Amerikanarar dripið sjálvmorðsbumbara í Kabul

USA hevur framt álop í Kabul, siga dulnevndar keldur. Álopið var vent ímóti hernaðarligum fólkum frá IS-K.

Dulnevndir embætismenn siga við Reuters, at USA hevur framt eitt hernaðarligt álop í Kabul.

 

– Álopið var vent ímóti hernaðarligum fólkum frá bólkinum IS-K, siga keldurnar. Tær taka fyrivarni fyri upplýsingunum og leggja dent á, at tær bara eru fyribils.

 

Tað er ógreitt, um hetta álopið hevur samband við eina spreinging, sum hoyrdist nærindis flogvøllin í Kabul í dag.

 

Í Kabul sigur ein talsmaður fyri Taliban, Zabiullah Mujahid, við AP, at eitt amerikanskt loftálop var ímóti einum sjálvmorðsbumbufólki í einum bili.

 

– Sjálvsmorðsbumbarin var eftir øllum at døma á veg móti flogvøllinum í Kabul, skrivar AP.

 

Sambæet AP var amerikanska loftálopið og eitt rakettálop ímóti einum bygningi nærindis flogvøllinum eftir øllum at døma tvær ymsar hendingar, men upplýsingarnar eru ógreiðar.

 

Sjónvarpsupptøkur úr Kabul vísa svartan royk frá einum øki við flogvøllin.

 

Eitt starvsfólk á flogvøllinum sigur við BBC, at ein rakett rakti ein bygning við flogvallarøki.

 

Tíðindastovan í  Kabul, Ashwaka, skrivar sambært Tass, at rakettin rakti ein íbúðarblokk.

 

USA ávaraði fyrr í dag um eina »serliga, trúliga hóttan« nærindis flogvøllin í afganska høvuðsstaðnum. Heitt varð á amerikanska ríkisborgarar um at fara av flogvallarøkinum alt fyri eitt.

 

Hósdagin var eitt sjálvmorðsálop við flogvøllin. Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur síðani ávarað um, at eitt nýtt álop kundi koma nær sum helst í Kabul.

 

Fleiri enn 180 fólk eru sambært keldum á staðnum deyð av álopinum hósdagin, sum víðgongdi bólkurin IS-K hevur tikið ábyrgdina av.

 

/ritzau/Reuters