Alivinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Onkur fer væl, tá annar fer illa. Fyri nøkrum árum síðani hvarv næstan øll tann føroyska alivinnan orsaka av ILA, meðan tann kilenska alivinnan samstundis blómaði. Hetta hevur kostað føroyingum dýrt, men nú tykist eydnan hjá føroyingum at verða vend.
Alivinnan í Kili er í stórari kreppu, og mett verður at umleið 80 prosent av øllum alibrúkum í Kili eru rakt av ILA. Hetta merkir, at kilenar í tíðarskeiðinum frá apríl til desember 2009 fara at taka umleið 65.000 tons, samanborið við 320.000 tons av aldum laksi sama tíðarskeið í 2008.
Dimmalætting skrivar 3. apríl, at hetta merkir eina minking á umleið 20.000 tons um mánaðin, og at norskir alarar væntast kunna økja sína framleiðslu við 10.000 tonsum um mánaði, og at hini 10.000 tonsini tí mugu koma aðrastaðni frá. Tað er eisini júst her, at føroyingar hava sín møguleika at spinna gull, tí samstundis sum útboðið av aldum laksi minkar, og eftirspurningurin stendur í stað, veksur prísurin.
Eftirspurningurin er øgiligur
Føroyskir fiskaútflytarar eru í hesum døgum á einum av heimsins størstu fiskimatvørðuráðstevnum í Brússel. SamVit luttekur á hvørjum ári á hesi ráðstevnu, og í ár er einki øðrvísi. Millum luttakararnar í ár er Vestlax úr Kollafirði, og Bogi Johannesen er sølu- og marknaðarstjóri í Vestlax.
- Her gongur væl. Vit merkja væl, at tað er ein øgiligur eftirspurningur eftir føroyskum alilaksi. Serliga eru tað amerikanarar, ið áður hava keypt sín laks úr Kili, sum nú venda sær móti okkum. Teir eru øgiliga áhugaðir í at keypa laks frá okkum, og tað trýstur prísin uppeftir, greiðir Bogi Johannesen frá.
Søguliga hava føroyskir laksaalarar útflutt nógv til Japan, Russland og eisini Bretland. Men nú eru amerikumenn við at yvirbjóða hinar.
- Hesa vikuna hava vit selt eitt sindur av frystum laksi til Japan, og so er restin seld til USA, sigur Bogi Johannesen.
Aggressivir keyparar
Vestlax hevur 5 ella 6 fastar kundar í USA, og sambært Boga Johannesen er tað nokk.
- Men síðan vit eru komnir her, hava vit fingið eftirspurningar frá okkurt um 50 ymiskum keyparum, og tað boðar bara frá góðum. Tað trýstir prísin upp, og teir føstu kundarnir, sum vit hava frammanundan ganga og ansa væl eftir at vit ikki selja laksin til onkran annan, greiðir sølu- og marknaðarstjórin í Vestlax frá.
Av tí at amerikonsku fiskakeypararnir eru somikið ágangandi, er tað við til at trýsta prísin á aldum laksi úr Føroyum upp, og er prísurin í hesum døgum omanfyri 32 krónur fyri kilo, meðan prísurin fyrst í 2009 lá um 20 krónur fyri kilo.
Spinna gull nøkur ár
Eftir at føroyska alivinnan fór í sor fyri bert fáum árum síðani, hava føroyskir alarar saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni reist føroysku alivinnuna aftur, soleiðis at hon í dag er millum heimsins bestu og mest burðardyggu. Eisini hetta er viðvirkandi til at prísurin á serliga føroyskum laksi er sera høgur.
- Kundarnir í USA siga, at teirra kundar heldur vilja hava føroyskan enn norskan laks. Japanar siga, at liturin á føroyskum laksi er tvey stig betri enn í norskum laksi. Eitt annað, ið eisini er áhugavert, er at summir kundar eftirspyrja at tað skal verða burðardygt. Teir spyrja eftir eini søgu um, hvussu fiskurin hevur havt tað, og hvussu øll gongdin er, til fiskurin liggur hjá kundanum. Teir skulu vita at fiskurin hevur havt tað gott, og har eru føroyingar væl við, vísir Bogi Johannesen á.
Í 2008 hevði Vestlax ein umsetning á umleið 280 milliónir krónur, og Bogi Johannesen væntar at við verandi gongd, so kunnu teir økja um umsetningin við einum 30 prosentum í ár.
- Hetta er kanska okkara møguleiki at spinna gull í nøkur ár, meðan kilenska alivinnan er niðri, sigur Bogi Johannesen.
Mugu ikki gera sama feil aftur
Meðan Bogi Johannesen er sannførdur um, at hetta er ein gyltur møguleiki hjá føroysku alivinnuni at spinna gull, ávarar hann móti at vit detta í somu grøv, sum vit fóru í áðrenn.
- Sum er nú, so er vinnan hjá okkum burðardygg og so skilagóð sum tað kann vera. Men nú ræður um ikki at fáa dollaratekin í eyguni og gera sama feil sum vit gjørdu seinast. Nú ræður um at ansa eftir, og halda tí á tí støðinum, sum vit eru á, so skal tað nokk ganga fínt, sigur Bogi Johannesen.










