Oljuleiting
Jan Müller
Eftir øllum at døma hava føroyskir myndugleikar valt rætta oljufelagið, tá avgjørt varð at veita The Faroes Partnership leitiloyvi við amerikanska felagnum Amerada Hess sum operatøri. Og helst hevur føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni eisini valt rætta samtakið at samarbeiði við. Tí tá Sovereign Explorer herfyri varð liðugur við upprunaligu boriætlanina valdi Amerada Hess saman við Dong at taka allan vágan á seg og bora 200 til 300 metrar longur niður. Gassspor gjørdu, at Hess trúði uppá olju niðriundir. Men bretska felagið British Gas trúði eftir øllum at døma ikki, at olja var longur niðri og vildi tí ikki vera við til at bora teir seinastu hundrað metrarnar. Og tað var tá at Sovereign Explorer rakti við olju og gass.
Internetsosialurin veit at siga frá vælvitandi keldum, at leiðslan í Amerada Hess metti møguleikarnar at raka við olju, um farið var longur niður, vera so góðar, at tað saman við Dong átók sær allan vágan. Í oljuvinnuni er tað so, at metir eitt felag í einum samtaki, at tað ikki vil vera við til at fíggja eina víðkaða boring, so hevur tað heimild at lata vera. Og skal tað aftur gerast partur av einum møguligum fundi skal tað keypa seg inn aftur í samtakið. Og tá kostar hetta nógv.
Amerada Hess er annars kent fyri, har tað leitar eftir olju ymsa staðni í verðini, at taka risikoir. Og eftir øllum at døma er tað hesin leitingarpolitikkurin, sum hevur givið úrslit. Spurningurin er so bara, um tann oljan sum er funnin er nóg mikið til eina lønandi framleiðslu.
Teir góvust við boringini fríggjadagin og logga framvegis í brunnimnum. Eftir ætlanini verður tíðindafundur í Oljumálastýrinum fyrrapartin mánadagin, tá Eyðun Elttør fer at leggja fyribils úrslitið av boringini fram. Bløðini skrivaðu leygardagin, at olja er funnin. Tað skilst, at tað ikki er útilokað, at eitt møguligt oljufund røkkur inn á bretskt øki eisini. Stóri spurningurin er nú, hvussu tjúkt lagið við olju og gassi er, og hvussu langt tað røkkur. Tað ljóðar, at lagið er so mikið tjúkt, at talan kann blíva um eitt lønandi fund.
Tað hevur ikki eydnast internetsosialinum at fáa eina viðmerking frá British Gas í London. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess hevur onga viðmerking til boringina ella tíðindi um, at British Gas ikki vildi vera við til seinasta partin av boringini.










