Amerada Hess undir boring


 

TÍÐINDASKRIV FRÁ OLJUMÁLASTÝRINUM

12. september 2001

Seinnapartin hevur Oljumálastýrið latið Amerada Hess (Faroes) Limited góðkenning at fara undir leitiboring eftir olju á føroyska landgrunninum.

Tað er boripallurin Sovereign Explorer, ið skal standa fyri boringini hjá Amerada Hess (Faroes) Limited. Sovereign Explorer arbeiðir í løtuni við at læsa brunnin, sum er boraður fyri Statoil samtakið, og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt um nakrar dagar.

Amerada Hess (Faroes) Limited er fyristøðufelag í samtakinum Faroes Partnership, ið umframt Amerda Hess fevnir um British Gas, DONG og Atlantic Petroleum.

Faroes Partnership eigur loyvi nummar 001, sum fevnir um eitt øki í ein landsynning úr Føroyum uppat landgrunsmarkinum millum Føroyar og Bretland. Brunnurin verður boraður á 4° 54? 58.65??V og 60° 22?27.9?? N. Havdýpið á staðnum er umleið 950 metrar.

Boringin hjá Amerada Hess, ið er mett at taka 2 ? 3 mánaðar, verður seinasta leitiboringin á føroyska landgrunninum í ár. Boriskipið West Navion borar framhaldandi fyri BP á loyvi nr. 004.