Oljuleiting
Hjá Amerada Hess bíða teir eisini við spenningi eftir úrslitinum av teimum báðum boringunum hjá Statoil og BP. Fyri Hess hevur tað alstóran týdning, at Statoil heldur tíðarætlanina, tí tað skal brúka sama boripallin, Sovereign Explorer. Miðjað verður móti at kunna byrja boringina tíðliga í september. Hetta er eisini avgerandi, tí samtakið skal bora í einar tveir mánaðir ella so og helst skulu vit ikki koma ov langt út á veturin, áðrenn boringin er liðug.
Tað er eingin loyna, at tað kann koma The Faroes Partnership-samtakinum væl við, at tvær boringar hava verið, áðrenn tað fer at bora. Tað er nevniliga ikki óvanligt, at oljufeløg lata upplýsingar til onnur, sum fara at bora í sama øki. Tvs. at Amerada Hess kann fáa týðandi upplýsingar frá Statoil og BP um teirra brunnar og hvussu løgini síggja út teir 4-5 kilometrarnar niður í undirgrundina. Antin olja verður funnin ella ikki, so kunnu slíkir parametrar hava týdning fyri eina nýggja boring.
Sosialurin skilur annars, at tað gongur eftir ætlan hjá bæði Statoil og BP. BP vil helst røkka endaliga máli sínum einaferð í næstu viku. Statoil vil røkka mál síni í næstu og í aðru viku gongst eftir ætlan. Framvegis verður einki upplýst úrslitið av boringunum. Fylga vit tí sannlíkinum fyri at finna olju og hesi framvegis halda, so peikar fingurin niðureftir, tí seinlíkini fyri ikki at finna nakað eru størri enn fyri at gera fund.










