Tá farið varð undir at bora fyrstu brunnarnar á landgrunninum var Amerada Hess eitt tað mest virkna oljufelagið og var tað fyristøðufelag, tá 1. leitirunda varð veruleiki. Síðani felagið boraði Marjun-brunnin, sum vísti seg at goyma nógva olju men á so stórum dýpi, at torført er at hava við hesa oljuna at gera, er felagið vorðið meira og meira ósjónligt her. Herfyri lat felagið aftur rúmligu og snotuligu skrivstovuna í Havn fyri tó at fáa innivist í nýggju hølunum hjá Atlantic Petroleum.
Stjórin í føroysku deildini av felagnum, Ben Arabo er fluttur til London at arbeiða fyri felagið. Vit hava spurt tíðindastjóran hjá felagnum, um hetta merkir, at Amerada Hess er við at siga farvæl við Føroyar. Andy Mitchell sigur við blaðið, at Atlantsmótið heldur fram at vera eitt av leitiøkjunum hjá felagnum. –Vit arbeiða framvegis við at evaluera hetta økið, soleiðis at vit enn ikki kunnu siga, um vit fara at bora aftur sum fyristøðufelag á Atlantsmótinum komandi árini. Hóast báðir brunnarnir vit hava borað á føroyskum øki hava givið okkum áhugaverdar jarðfrøðiligar upplýsingar, so hava vit enn ikki funnið kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Vit hava tí í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um víðari virksemi í føroyska økinum, men Hess fer at halda fram við at fylgja við gongdini á føroyska landgrunninum við áhuga.










