Amerada funnið olju

Amerada Hess hevur funnið olju á landgrunninum. Vælvitandi keldur í oljuídnaðinum í Aberdeen vilja vera við, at Sovereign Explorer hevur funnið kolvetni, gasskondensat og eisini olju í botnpartinum av brunnimnum, á umleið 4200 metra dýpi.

 



Oljuleiting


Amerada skal fyrst hava rakt við gass men síðani eisini fingið sannførandi prógv um ?crude? tvs. ráolju heldur enn bert oljuspor. Hinvegin ber ikki til at siga, um talan er um eitt veruligt oljufund við rakstrarverdugum nøgdum. Tað skulu víðari kanningar til fyri at staðfesta, hvat slag av fundi talan er um og hvussu stórt tað er. Oljumálastýrið fer helst at koma við tíðindunum um úrslitið av oljuboringini mánadagin. Lesið meira um málið týsdagin.