Ambulansuførararnir í Vágum hótta við at leggja arbeiðið niður, um ikki ein nøktandi vaktarskipan fæst innan 30. apríl. Teir hava roynt í eini seks-sjey ár at fáa slíka skipan, men enn er einki hent, siga teir í skrivi til avvarðandi myndugleikar.
Vága Bjargingarfelag hevur higartil røkt sjúkrafluningin úr Vágum. Ein skipan, har Landssjúrkahúsið hevur goldið Bjargingarfelagnum fyri flutningin, hevur higartil verið galdandi. Men teir, sum koyra sjúkrabilarnar, hava í longri tíð biðið um at fáa eina vaktarskipan, sum gevur teimum rætt til vaktarpening ta tíðina, teir eru bundnir av vaktini.
Sum er fáa teir bert samsýning fyri ta tíðina, teir fysiskt eru í bilinum, og ikki fyri at vera bundnir á vakt.
Tórhallur Simonsen, formaður í Vága Bjargingarfelag, sigur, at talan er um eina hálva millión krónur ella so árliga, sum ein slík vaktarskipan kemur at kosta eyka. Sum er kostar skipanin einar 700.000,- krónur árliga, sigur hann.
Boðini, teir higartil hava fingið aftur, eru, at um talan eru um eykakostnað, kann rokanst við, at koyringin bara verður løgd undir Landssjúrkahúsið at røkja.
Men eina slíka skipan eru vágafólk ikki nøgd við. Tað fer at leingja tíðina frá tí, boð verða send eftir sjúkrabili, til sjúklingurin er á landsshjúkrahúsinum, munandi, sigur Elisabeth Thorsteinsson, kommunulækni í Vágum.
Sum er skal bara koyrast annan vegin. Men tað telur eisini rættiliga nógv, at talan er um staðkent fólk, sum koyrir, og tí beinanveg, fráboðað er, veit, hvar farast skal. Tað sparir eisini heilt nógva tíð.
Hans Pauli Støm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, sigur, at hann er ikki í iva um, at ein avtala fæst áðrenn 30. apríl.
Málið er komið honum so mikið seint upp í hendur, at ikki var tíð at avgreiða tað, áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, sigur hann. Men hann væntar ongar trupulleikar at finna peningin til eina vaktarskipan í nevndarviðgerðini í samband við fíggjarlógaruppskotið.
Tórhallur Simonsen, formaður í Vága Bjargingarfelag sigur, at Hans Pauli Strøm varð kunnaður um málið, beinanveg, hann tók við sum landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin sigur, at persónliga er hann fyri, at tænastan verður røkt lokalt. Tað vil siga, at bilarnir verða mannaðir úr Vágum. Hann hevur eini trý ymisk uppskot til loysn á málinum. Sum skilst hellir hann til eina loysn, har einir fimm-seks mans verða fast knýttir at einum portørliði í Vágum, og at skipanin so verður latin Vága Bjargingarfelag at umsita.