Í gjár fall Amazon-partabrævið sjey prosent, og harvið minkaði ognin hjá Bezos 103,9 milliardir dollarar, sum svarar til 699 milliardir krónur.
Tað skrivar fíggjarblaðið Forbes.
Nýggjur á tindinum sum heimsins ríkasti er vælkendi milliardingurin Bill Gates.
Ognin hjá Microsoft-stovnaranum er upp upp á 105,3 milliardir dollarar, sum svarar til 708,5 milliardir krónur.
Amazon-partabrævið minkaði so nógv, eftir at handilsfyritøkan legði fram ársoknskapin fyri triðja ársfjórðing, sum ikki var so vakur.
Jeff Bezos fekk heiðurin sum heimsins rikasti persónur í 2018. Tá tók hann heiðurin frá Bill Gates, sum til tá hevði verið heimsins ríkasti í 24 ár.
/ritzau/