Í dag letur upp framsýning við verkum eftir Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði í Havn.
Fernisering verður kl. 16.00, har Holgar Jacobsen fer at undirhalda við gittara og sangi.
Heiti á framsýningini er ”Útróðrarbørn – sálmar lívsins”, og nógv av verkunum eru grundað á uppvøksturin hjá Amariel bátar, skip og fiskimenn. Hjá Amariel og hansara familju snúði nógv av gerandisdegnum seg um deksbátin Norðan, sum eisini sæst aftur á nógvum verkum hansara.
Framsýningin hjá Amariel hongur uppi í Galerie Focus fram til 23. juni.










