– Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður, eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini, siga fyrireikararnir.
Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin, Holgar Jacobsen, undirheldur við guitara og sangi undir ferniseringini.
Framsýningin er opin til 8. juni: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.










