Amariel sýnir fram í Danmark

Hósdagin letur upp framsýning við verkum eftir Amariel Norðoy í Galeri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Gallaríið, sum liggur í Møntergade 10 mitt í Keypmannahavn, sýnir javnan fram føroyska list.

Fernisering verður í Galerii Sct. Gertrud hósdagin kl 16-19. Amariel Norðoy verður til staðar, tá ið hansara framsýning letur upp. Framsýningin er opin fram til 12. mai.