Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður.
Tá Amariel Norðoy vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg, heima hjá teimum, um deksbátin, »Norðan«, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú, so at siga, gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
Framsýningin verður opin til 22. oktober, mánadag til fríggjadag kl. 15 til 17.30 og leygardag kl. 11 til 13.