Listamálarin Amariel Norðoy letur fríggjadagin upp listaframsýning í Galleri Focus í Lambagerði í Havn.
Á framsýningini verður høvi at síggja nakrar myndir frá framsýningini, sum hann hevði í London í fjør, eitt nú innrammaðar akvarellir.
Málningurin á myndini er?»Útróðrarbørn, sálmar lívsins«, 50x50 cm, olja/akryl málaður á lørift
Framsýningin verður letur upp fríggjadagin klokkan 16 og er opin til 1. juli. Eisini er opið eftir avtalu, siga tey úr Galleri Focus.










