Amariel í Glarsmiðjuni

Sunnudagin 26. september kl. 15 ? 18 letur Amariel Norðoy upp listaframsýning í Glarsmiðjuni í Bøgøtu 16 í Havn.

Mikladalur og tað skiftandi ljósið er tema fyri hesi framsýning.


Opið verður soleiðis: Mánadag frá kl. 13-17.30, týsdag-hósdag frá kl. 10-17.30, fríggjadag frá kl. 10-18.00, og leygardag frá kl. 10-12.30

Framsýningin verður opin til 2. oktober.