Amariel í Focus

   

Fríggjadagin 10. oktober kl. 16 letur Amariel Norðoy upp listaframsýning í
Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Mikladalur og tað skiftandi ljósið er tema fyri hesi framsýning. Framsýningin verður opin til 24. oktober. Týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.