Amariel á 35. sinni

Aftur í ár hevur Amariel Norðoy framsýning í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn hevur 35 ára føðingardag í ár, og ein listamaður, sum hevur verið fastur fúsur at sýna fram í listahølunum, er Amariel Norðoy.

 

Kurt Svendsen, ið er maðurin handan Galleri Sct. Gertrud sigur, at hann møtti av tilvild Amariel Norðoy stutt eftir, at listahølini lótu upp, og teir gjørdu skjótt eina avtalu um, at Amariel Norðoy skuldi sýna fram har. Hetta var fyri 35 árum síðani. Og hvørt ár síðani, hevur Amariel Norðoy trúfast havt eina framsýning í Galleri Sct. Gertrud. Í ár hava so listahølini føðingardag, tey fylla 35 ár. Framsýningin hjá Amariel Norðoy hevur eisini 35 ár á baki, meðan listamaðurin sjálvur fyllir 70. 

 

Ársins framsýning opnar hósdagin 7. mai.