Amariel í 20 ár á Gallarí St. Gertrud

.Eigarin av Gallarí St. Gertrud hitti Amariel Norðoy, tá hesin gekk á Kunstakademiet. Hetta varð byrjanin til samstarv, ið nú hevur staðið við í 20 ár

Í 20 ár hevur føroyski listamaðurin Amariel Norðoy samstarvað við Gallarí S.t Gertrud í Keypmannahavn. Líka nógvar framsýningar hevur hann havt har hesi árini, har tað er vorðin siður, at hava eina framsýning við Norðoy hvørt ár í maj.

Hetta 20 ár langa samstarv verður hildið við framsýning frá 6. til 26. maj, har altjóða kendi Karsten Vogel fer at leika saman við sínum tónleikarum, umframt, at Annika Hoydal eisini luttekur.