Verkið skal framførast í samstarvi við Tjóðpall Føroya og Íslendska Tjóðleikhúsið. Báðar framførslurnar eru partur av Listarhátíð Íslands, ið mann metast at vera stórsta listatiltak íslendinga.
Operan Í Óðamansgarði eftir føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen, varð upprunaliga skrivað til tónleikabólkin Aldubáruna í sambandi við 10 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum.
Dánial Hoydal hevur skrivað leikritið útfrá stuttsøgu hjá Williami Heinesen frá 1960. Leikritið var liðugt í 2006, og operan varð fyrstu ferð sýnd í Norðurlandahúsinum í oktobur 2006.
Framførslurnar eru í Tjóðleikhúsinum, og Heðin Mortensen verður til frumframførsluna. Úr Íslandi vera bæði forseti, forsetisráðharri og borgarstjórar.
Tónleikarar verða: Sámal Petersen, Jón Festirstein, violin - Angelika Nielsen, bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello - Agnar Lamhauge, kontrabass - Andrea Heindriksdóttir, floytu, Ármann Helgason, klarinett, Eyðdis Franzdóttir, obo - Christina Andersen, fagott - Stefàn Jón Bernharðsson, horn - Johan Hentze, trompet - Andras Olsen, trombon - Jóhannes Andreasen, ljómborð - Ólavur Jakobsen, gittar - Mathias Seibæk, slagverk. Dirigentur: Bernharður Wilkinson
Har umframt er Sunleif Rasmussen tónaskald, Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin, leikstjóri er Ria Tórgarð, koreografur er Lára Stefánsdóttir, sopran er Þóra Einarsdóttir, tenor er Eyjólfur Eyjólfsson, bassur er Bjarni Thor Kristinsson og sjónleikarar er Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð