Óðamannaverk at privatisera Fiskavirking

Endamálið við at privatisera Fiskavirking er ikki at menna fyritøkuna, sigur formaður javnaðarfloksins. Og mótmælini frá tjóðveldisflokkinum tekur hann ikki fyri fult

Privatisering

?Tað er als ongin orsøk til at privatisera Fiskavirking. Tað er ein fyritøka sum er nógv ment, sum er full av virkisfýsni og sum hevur fingið lønsemi í fiskivinnuna á landi.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, tekur ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum, at privatisera Føroya Fiskavirking.
? Eg dugi ikki at síggja, hví Fiskavirking skal vera tað fyrsta, sum landsstýrið loypir á í sínum privatiseringsherðindum.
Hann sigur, at hevði Fiskavirking verið ein steinrunnin fyritøka, við ongum dynamikki, hevði støðan verið ein onnur og tá kundu vit tosa um privatisering
? Men Fiskavirking er júst tað beint øvugta.Tað er ein fyritøka, sum gongur væl og sum hevur megnað at skapa yvirskot.
?Tað er ein skipan, har nøkur sterk virki draga nøkur veikari virki við sær og tí hevur Fiskavirking eisini stóran týdning fyri trivnaðin úti um landið. Og tilsamans er talan um eina eind, sum hevur megnað at skapa eina virðisøking í fiskivinnuni á landi.
? Tí er tað onki, sum talar fyri, at broyta eigaraviðurskiftini í Fiskavirking, tí eg dugi ikki at síggja, at tey hava so stóran týdning. Tað er úrslitið sum telur og úrtslitið ber ikki til at taka frá Fiskavirking. ? Tí er tað óðamannaverk at privatisera Fiskavirking, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at ikki minst fegnast hann um, at ætlanin miseydnaðist at taka nøkur virki burturúr Fiskavirking og at selja tey fyri seg sjálvi.
?Hevði ætlanin eydnast at liða Fiskavirking sundur, kundi tað skjótt enda við, at tað vórðu tey góðu virkini, sum vórðu seld, ímeðan Fiskavirking kom at sita eftir við teimum virkjunum, sum góvu minst av sær.
?Tí ávarar javnaðarflokkurin staðiliga ímóti hesum slagi av privatisering, sum nú liggur í kortunum, serliga tá ið ætlanin er at liðað Fiskavirking sundur.
Hann saknar esini at vit taka spurningin upp um, hvussu stóran part av vinnulívinum í Føroyum, útlendingar kunnu ogna sær, tí tað heldur hann er ein ógvuliga umráðandi spurningur at fáa greiði á.

Ongin orsøk at leypa á Fiskavirking
Jóannes Eidesgaard heldur sostatt ikki, at endamálið við eini privatisering er at skapa eina virðisøking.
?Privatiseringin er blivið eitt mál í sær sjálvum, eitt hugsjónarligt mál.
Men hann sigur, at tað kemur ikki óvart á seg, tí samgonguskjalið beinleiðis boðar frá privatiseringunum.
?Tí haldi eg eisini, at tjóðveldisflokkurin kundi spart okkum fyri hesum sjónleikinum, sum teir føra fram, har tey látast at vera ímóti privatiseringini.
? Hasin vørrurin, sum tjóðveldisflokkurin ger, er ikki annað enn at spæla eitt sindur vinstrahallur, men tað tað verður skjótt at hann aftur avdúkar sín veruliga borgarliga lit og hann man fara at eftirlíka fólkaflokkinum aftur hesuferð, sum hann plagar.
At tað so hevur verið politiskt rumbul um Framtaksgrunnin og Fiskavirking heldur hann er eitt annað mál.
?Tað er óheppið, at landsstýrið ikki hevur valt ein formann og eina nevnd í Framtaksgrunninum, har ongin kann seta minsta fingurin á gegnið hjá teimum. Og tað slepst ikki burtur, at eitt sakføraravirkið, sum umboðar ein munandi part av føroyskum vinnulívi, fær gegnistrupulleikar av ov á, sigur Jóannes Eidesgaard.