Amanda ársins rósa

Hvørt ár, tá ið jólaskipið kemur til Klaksvíkar, verður avdúkað, hvør ársins rósa er.

Fyri løtu síðan varð kunngjørt, at Amanda Gullaksení Klaksvík í ár er ársins rósa. Hon fekk heiðurin fyri sítt stóra arbeiðið fyri føroyska barnadansin.

Tá ið jólamenninir høvdu heilsað uppá og sungið, kom borgarstjórin, Gunvá við Keldu fram og helt eina røðu fyri Amandu og hennara sjálvboðna arbeiði fyri føroyska dansinum saman við børnum og ungum, sum hon í fleiri ár trúliga hevur staðið fyri og ment dansin nógv her í økinum, teimum ungu at frama .

Amanda Gullaksen var sjónliga tikin á bóli, og skilti ikki rættiliga hví, hesin heiður varð sýndur henni. Hon takkaði rørd fyri, og síðani flokkaðust fólk kring hana at ynskja henni tillukku.

Amanda Gullaksen (vm.) og borgarstjórin í klaksvík, Gunvá við Keldu

Mynd: Dávur Winther