Amerikanska Amanda Knox, sum fyri trimum árum síðani varð dømd 26 ára fongsul fyri morðið á Meredith Kercher, var fríkend í einum kærurætti í gjár.
Tann nú 24 ára gamla Amanda Knox hevur alla tíðina hildið uppá, at hon var ósek, og í rættinum í gjár sló hon enn einaferð fast, at hon ikki hevði nakað við morðið á Meredith Kercher at gera.
Nevningarnir valdu at trúgva henni og fríkendu hana í rættinum í Perugia.
Tað var í 2007, at 20 ára gamla bretska Meredith Kercher varð funnin deyð í kamari sínum í einari íbúð í italska býnum Perugia. Hon búði har saman við millum øðrum Amandu Knox.
Tá dómarin las upp avgerðina hjá nevningunum, megnaði Amanda Knox ikki at stýra kenslunum og brast út í grát. Hon kann nú fara aftur til Amerika saman við foreldrunum og systir síni, sum øll vóru til staðar í rættinum í gjár.











