Amanda Hansen 75 ár

Í dag veður Amanda Hansen í Klaksvík 75 ár.

Amanda er kend víða í Føroyum fyri virki sítt í felagnum Javna, sum hon eisini var við til at stovna. Og ikki minst var maðurin Karl, sum doyði fyri nkrum árum síðani, eisini sera virkin í Javna

 

Amanda er klaksvíkingur burturav. Fødd og uppvaksin í Klaksvík og hevur búð har alla sína tíð. Hon er dóttir Trinu úr Glasstovuni úr Árnafirði og Jákup í Heimistovuni úr Uppsølum. Tey búsettust á Vágsheygnum, har Amanda er fødd og uppvaksin.

Amanda giftist Karli Hansen av Nesi, vanliga nevndur Tofta Karl. Hann kom ungur til Klaksvíkar í snikkaralæru á snikkaravirkinum hjá Kjølbro á Varpinum, har hann seinni gjørdist meistari.

Í sekstiárunum bygjaði hann egið snikkaravirkið og arbeiddi síðan um alt landið.

Tey bæði, Amanda og Karl, fingu fýra synir, Jákup, Jens, Rana og Finn. Meðan dreingirnir vóru smáir, var Amanda heimagangandi. Seinni hevur hon arbeitt millum annað á flakavirki og sum heimahjálp. Og ikki minst í Dáanum, sum eins og Javni var eitt hjartabarnið hjá henni og Karli.

Sagt hevur onkuntið verið um hana - tað var nokk Bøgesvang, sum átti orðini - at hon man vera ein tann størsti leverandørurin til Hornorkestrið har norðuri.

Og nakað væl av sannleika er í tí. Dreingirnir spæla allir. Teir »smáu« í Klaksvíkar Hornorkestri. Jens tó so mikið avanseraður, at hann hevur verið í bæði donskum politiorkestri og GHM eisini. Og seinnu árini er Jákup eisini farin at spæla horn í Havn.

Jákup er tó helst tann av brøðrunum, sum flestu føroyingar kenna í samband við horntónleik. Tað er hann, sum plagar at ringja til Útvarpið og práta við Kára um horntónleik. Og tað er heilt sjáldsamt, sum hann veit væl um horntónleik, orkestur, dirigentar og hvat nú er at vita.

Føðingardagin verður Amanda stødd hjá soninum Jensi í Tjørnuvík.