Sera stór mannfjørd var komin saman til tiltakið – eini 1200, tá ið jólaskipið kom á Klaksvík í kvøld fullsett við jólamonnum og jólapakkum, eftir at hava verið í Leirvík og heilsað teimum har og biðið gleðilig jól.
Borgarstjórin, Gunnvá við Keldu helt eina røðu fyri Amandu og og heiðraði hana fyri hennara sjálvboðna arbeiði fyri føroyska dansinum, saman við børnum og ungum, sum hon í fleiri ár trúliga hevur staðið fyri.
Hon hevur gjørt sítt til at menna føroyska dansin í Klaksvík, teimum ungu at frama.