Amager VK, sum ikki hevur færri enn fýra føroyskar leikarar í hópinum, spældi í kvøld seinna bronsudystin móti Lyngby í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark.
Amager VK vann um vikuskiftið fyrra finaludystin 3-2, og hevði tí eitt betri útgangsstøðið enn gestirnir til dystin í kvøld.
Men í vanliga dystinum, kom Amager VK ongantíð av álvara í gongd. Tær taptu vanliga dystin 3-0, og noyddist dysturin tí út í tað sokallaða ”Gylta settið”, har báðar uppgerðirnar vóru avgjørdar í einum einkultum settið.
Tá vaknaðu kvinnurnar í Amager VK av álvara. Tær vunnu ”Gylta settið” við ikki færri enn 25-14, og tryggjaðu sær sostatt bronsukrónurnar í bestu deildini hjá kvinnum í Danmark.
Á liðnum hjá Amager VK spæla teir fýra føroysku leikararnar Sofía Purkhús, Elisabeth Purkhús, Eina S. Kalsø og Jastrid Jacobsen.
Sofía Purkhús var um vikuskiftið vald sum ársins besti leikari í flogbóltskappingini hjá kvinnum í Danmark.
Sett úrslitini í kvøld: 1 sett (25-20 til Lyngby), 2 sett ( 25-16 til Lyngby), 3 sett (25-23 til Lyngby), Gylta settið (25-14 til Amager VK)