FC Amager, sum leygardagin vissaði sær uppflyting til donsku 1. deild, hevur í vikuni skrivað undir sáttmálar við tveir av evnaríkastu spælarunum á Amager. Talan er um 18-ára gamla Anders Karlsen og 17 ára gamla Mathias Johannsen, sum báðir hava havt tilboð frá fleiri øðrum feløgum. – Vit eru errin av, at báðir tveir hava valt at spæla fyri okkum. Talan er um tveir sera evnaríkar spælarar, og vit vóna, at teir innan stutta tíð kunnu verða millum berandi kreftirnar á besta liðnum, sigur Todi Jónsson við danska bold.dk.










