Hetta kappingarárið hava trý feløg av Amager spælt í donsku 2. deild, men komandi kappingarár verður kanska einki felag av høvuðsstaðaroynni í deildini. Hetta um Fremad Amager vinnur play-off dystirnar móti Brabrand. Hini bæði feløgini av Amager, sum hava verið í deildini, Tårnby og B1908, endaðu nevnliga á teimum báðum aftastu plássunum í 2. deild eystur, og tey skulu tí eina deild niður at spæla komandi kappingarár.