Dysturin endaði við javnleiki 3-3, eftir at støðan hevði verið 2-2 í hálvleikinum. Køge legði seg tríggjar ferðir fram um, men hvørja ferð eydnaðist tað Fremad Amager at javna. Føroyski landsliðsspælarin Tem Hansen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Fremad Amager, meðan Jónas Tór Næs ikki enn er komin á 1. lið.










