Amager fær harða byrjan

FC Amager er flutt upp í donsku 1. deild, og teir sleppa veruliga at royna seg í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum. FC Amager skal nevniliga spæla ímóti Lyngby, sum í farna kappingarári spældi í superliguni, men sum flutti niður í næstbestu deildina. Lyngby er eitt av fyrrverandi feløgunum hjá Toda Jónsson, stjóra í FC Amager.