Amager byrjar móti Lyngby

Fyrsti dysturin hjá nýggja FC Amager í donsku 1. deild verður av heldur truplara slagnum. Hesin er nevnliga á útivølli móti Lyngby, sum verður mett sum ein av favorittunum at vinna sær uppflyting til donsku superliguna komandi kappingarár. Og eisini við føroyskum eygum er talan um áhugaverda uppgerð. Hjá Amager eru fleiri føroyskir spælarar í hópinum, og hjá Lyngby verður Tem Hansen allar helst millum teirra, sum fara at stríðast á vøllinum. Christian Lamhauge Holst er enn partur av liðnum hjá Lyngby, men roknað verður við, at hann skiftir til superligufelag, áðrenn nýtt kappingarár byrjar.