Alzheimers-gátan skal granskast

Í Noregi verður nú farið undir eina granskingarætlan í eini roynd at loysa gátuna um alzheimers-sjúkuna, sum í stuttum ?etur? heilan upp innanífrá Við alzheimers-sjúkuni verða heilakyknurnar, sum eitt nú stýra minninum, skaddar og doyggja, so hvørt sum sjúkan fær fótin fyri seg.

Tað er evropeiska granskingarráðið (ERC), sum hevur latið NTNU-granskaranum Stefan Leutgeb 14 miljónir krónur yvir fimm ár til at granska í orsøkini til alzheimers.

Granskingin skal kanna, hvussu alzheimers-sjúkan mennist í heilanum. Tað er serliga økið, sum rópt verður ?hippocampus?, ið verður rakt. Hetta er økið, har minnið verður til.

Í einum heila, sum verður raktur av alzheimers, minkar heilabørkurin, og soleiðis verða økir, sum stýra tonkum, tilrættalegging og minninum skadd. Í staðin setir væta seg á heilan.

Granskarar halda, at tann, sum soleiðis gerst minnisveikur av alzheimers-sjúkuni, hevur eina ovurframleiðslu av proteininum ?beta-amyloid?. Hetta proteinið klumpar seg saman og ger uppsamlingar í heilanum.

Rottur verða brúktar í granskingini, og her fara granskarar at gera tað so, at rotturnar framleiða størri nøgdir enn vanligt av ?beta-amyloid? í ávísum pørtum av heilanum.

Eitt vaksið menniskja hevur umleið 100 miljardir nervakyknur ella ?nevronur?. Smá elektrisk lødd tekin ferðast um hendan skógin av kyknum og mynda tankar, kenslur og minnið. Tað er í fyrsta lagi hesar ?nevronur?, sum verða skaddar av alzheimers-sjúkuni.

Sum skilst, eru vónir um, at sjúkan í framtíðini kann fyribyrgjast.