Alzheimerfelagið 20 ár

– stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum 20. og 21. september

 

Undir heitinum: “Hvar eru vit, og hvagar fara vit?”, skipar Alzheimerfelagið fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við eini sera fjølbroyttari skrá, har høvi m.a. verður at hoyra um nýggja gransking, um ein demens-simulator, vit hoyra frásagnir frá demensøkjunum í Føroyum, stórt kjak verður á skránni o.m.a. 

 

Ráðstevnan er fyri øll – fakfólk, avvarðandi, politikarar, myndugleikar, starvsfólk og annars øll onnur, sum hava áhuga fyri okkara vælferð, gransking, menning o.ø.

 


Kjak: Hvar eru vit, og hvagar fara vit?

 

Vit hoyra í dag frá eldraøkinum, at starvsfólk rýma, lønin er ov lág og at pláss vanta til starvsvenjingar. Spurningar verða settir við, um fjarleiðsla riggar, og boð eru uppá, hvat kann gerast: styttri arbeiðsvika, eftirútbúgvingar/skúlar v.m. Tí kunnu vit spyrja, um tíðin er komin til, at vit endurhugsa eldraøkið.

 

Omanfyrinevndu spurningar fara umboð fyri fakfeløg, landsstýrið, Kommunufelagið, Alzheimerfelagið og Landsdemenssamskipanina at kjakast um á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.

 

Gransking

 

Gunhild Waldemar, sum er yvirlækni á Neurologisku Klinikkini á Ríkissjúkrahúsinum og leiðari á Nationalt Videnscenter for Demens, fer at greiða frá um nýggja gransking. Heitið á fyrilestrinum er: „Eitt gott lív við demens“.

 

Eisini fara vit at hoyra um gransking í Føroyum: „Støðan hjá teimum avvarðandi og støðan á demensdeildum í Coronatíðini“. Tað eru Maria Skaalum Petersen, granskari, og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, sum fara at siga okkum frá hesi gransking.

 

„Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta“

 

Imran Rashid, ið er lækni og sera virkin høvundur og fyrilestrahaldari fer at hava fyrilestur um metingarkreppuna í Heilsuverkinum. Heitið á fyrilestrinum er: „Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta“. Høvi verður eisini at seta Imran spurningar eftir fyrilesturin.

 

Demens-simulator

 

Ein annar av forvitnisligu fyrilestrunum snýr seg um ein demens-simulator. Tað er Lise Knokgård, strategiskur prosjektmennari, frá SOSU í Eysturjútlandi, sum fer at fortelja okkum um demens-simulatorin, ið á ein serligan hátt kann vísa okkum, hvussu tað kennist at hava demens – hvussu veruleikin hjá tí demensrakta er. 

 

Verkætlanin “demensvinarligari 2025”

 

Hvørji tilmæli eru framd, og hvar eru vit í demensætlanini? Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni, og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, fara at greiða frá um verkætlanina.

 

Frásøgur, sangur og mangt annað

 

Skráin er sera fjølbroytt – heilt frá tannrøkt og sansastimbran til arkitektur og tøkni.

 

Sangfuglarnir, sum er eitt kór við fólkum, ið hava demenssjúkur, fara at syngja fyri okkum – og Sanna Bæk Hoydal fer eisini at framføra nøkur løg eftir framløguna hjá Dániali Hoydal um bókina “Abbi og eg og abbi” og um tað, at vera avvarðandi.

 

Skrá og atgongumerki

 

Fjølbroytta skráin sæst á heimasíðuni hjá Alzheimerfelagnum: alzheimer.fo

 

Til ber at keypa atgongumerki til annan ella báðar dagarnar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: nlh.fo

 

Ráðstevnan verður fyriskipað av Alzheimerfelagnum í samstarvi við Norðurlandahúsið.