Alvorligt bakkast fyri føroysk sjófólk

VEÐRIÐ Ger Løgtingið álvara av at strika veðurtíðindini frá DMI, er tað ein øgiliga keðilig niðurlaging av føroyskum sjófólki; sigur formaðurin í Reiðarafelagnum

- Hetta ljóðar ikki gott, tí hatta er eitt øgiliga keðiligt spor hjá Løgtinginum at koma inn á.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, er alt annað enn fegin, tá ið vit í gjárkvøldið fortaldu honum tíðindini um, at Løgtingið nú ikki longur vil betala fyri at fáa serskild verðurtíðindi frá DMI fyri Føroyar.
Hann tekur hetta sum eina niðurraðfesting av sjófólki.
Harafturat er DMI høgt í metum hjá formanninum í Reiðarafelagnum.
- Tað ber til at fáa veðurtíðindini nógva staðni, men DMI hevur serskild veðurtíðindi fyri okkara sjóøki og veðurforsagnirnar haðani eru serstakliga góðar og neyvar.
- Veðurtíðindini frá DMI eru nakað av tí besta, sum er og rættiliga nógv føroysk sjófólk brúka DMI at fáa veðurtíðindini frá.
- Men verða tey bestu veðurtíðindini tikin frá okkum, eru vit á heilt skeivari kós.
Viberg Sørensen sigur, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, at ein siglandi tjóð, sum okkara, ikki hevur neyv og álítandi veðurtíðindi.
Hann stúrir serliga fyri bátunum og teimum smærru skipunum.
- Sum skilið er blivið, hevði tað verið nógv betri at veðurtænastan ongantíð var yvirtikin frá dønum, sigur Viberg Sørensen, sum annars metir seg sjálvan at vera rættiliga sjálvstýrissinnaðan.
Les eisini greinina: Ikki ráð at betala fyri veðrið