Alvi vann gull á 400 metrum blandað

OYGGJALEIKIR: Alvi Hjelm var væl frammanfyri nummar tvey á teininum

Fyri lítlari løtu síðani gjørdist tað greitt, at Alvi Hjelm hevur vunnið gull í 400 metrum blandaðari svimjing, og eru føroysku svimjararnir nú komnir uppá seks gullheiðursmerki í svimjihøllini í Gotlandi. 

 

Alvi Hjelm kom á mál við tíðini 4:28.08. Hetta var væl frammanfyri nummar tvey, Felix Gifford úr Hetlandi, sum kom á mál við tíðini 4:34.58.

 

Pál Joensen eigur oyggjaleikametið á teininum. Pál setti oyggjaleikametið á Jersey fyri tveimum árum síðani við tíðini 4:21.55.