Fýra føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í HM í svimjing, sum verður hýst í Kazan í Russlandi. Tveir av svimjarunum, Lena Rannváardóttir og Pál Joensen, hava longu roynt seg, og í morgun slapp triði føroyski svimjarin eisini í hylin.
Talan var um 19 ára gamla Alva Hjelm úr Ægir í Klaksvík, sum í morgun svam 200 metrar í blandaðari svimjing.
Og tað hilnaðist væl hjá Alva, tí at sambært svimjing.com, so megnaði Alvi at betra næstan 2 sekund um sítt persónliga met á teininum. Tíðin hjá Alva í morgun var 2:08.98. Upprunaliga mettíðin hjá Alva var 2:10.81, sum hann setti í Danish Open í mars mánaði.
Ongin føroyskur svimjari fer í hylin aftur at kappast fyrr enn fríggjadagin, tá ið fjórði føroyski svimjarin, Astrið Foldarskarð, skal royna seg í 50 metrar firvald. Harafturat skal Lena Rannváardóttir eisini svimja 800 metrar frí hendan dagin.