Alvi og Vár sleppa við til EM

Sjey svimjarar hava fingið boð um, at tey kortini sleppa við til altjóða kappingar

Starvsnevndin hjá Svimjisamband Føroya avgjørdi í gjár at úttaka sjey eyka svimjarar til tríggjar ymiskar altjóða kappingar, hóast tey ikki kláraðu kravtíðina, tá FM var í langgeil í Vági um vikuskiftið. Tað skrivar svimjing.com.


Alvi Hjelm og Vár E. Eidesgaard, ið bæði tvey umboða Havnar Svimjifelag, eru úttikin til EM 2018 í Glasgow.


Sára R. Nysted og Rani Jacobsen, ið bæði svimja fyri Suðuroyar Svimjifelag, eru saman við Rebekka Trygvadóttir, ið umboðar Ægir, úttikin til EJM 2018 í Helsinki.


Harumframt eru Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag og Jonna Joensen úr Ægir úttikin til NMU 2018 í Riga.


Endaligi hópurin av svimjarum, ið skulu umboða Føroyar í altjóða høpi eru sostatt:


Til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung 2018:


- úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Bartal Debess (2002)

- úr HS: Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Eyðrið Mortensen (2003), Høgni Hoydal Thomassen (2002), Johan Nónskarð Dam (2002), Kristina í Skála (2005), Elisabeth Erlendsdóttir (2005)

- úr Ægir: Martin Vágseið Sivertsen, Rebekka Trygvadóttir (2004), Jonna Joensen (2005)


Til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018:


úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Sára R. Nysted (2001), Rani Jacobsen (2001)

- úr HS: Johan Nónskarð Dam (2002), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001)

- úr Ægir: Rókur Trygvason (2000), Rebekka Trygvadóttir (2004)


Til EvropaMeistarastevnuna 2018:


- úr Ægir: Signhild Joensen (2000)

- úr HS: Óli Mortensen (1996), Alvi Hjelm (1996), Vár E. Eidesgaard (2001)