Alex Alves, sum í farnu viku royndarvandi við KÍ, venur nú við B71. Um vikuskiftið var hann við, tá ið B71 spældi venjingardyst móti AB, men um talan verður um sáttmála, er enn ógreitt. – Fyribils er spælarin til royndarvenjingar. Og út frá hesum taka vit so støðu til, hvat víðari hendir í málinum, sigur Eli Hentze, sum er venjari hjá B71.










